Ein serlig dreingjakapping varð fyriskipað ísv. kappingina í Reykjavík í juli. Í tí kappingini luttók okkara Hanus Sørensen, nakrir íslendingar og hálvi norðmaðurin/hálvi íslendingurin Borgar Haug. Borgar er ein leikari við sera góðum evnum, so her fekk Hanus kapping, sum hann ongantíð hevur roynt áður.
Hetta er fyrsta kappingin har Hanus fær mótstøðu frá javngomlum leikarum og tí gjørdist hetta ein sera góð kapping fyri menningina hjá Hanusi. Serliga sálarliga skuldi Hanus venja seg við, at hinumegin borðið stóðu ikki vaksnir og hálvvaksnir leikarar og góðu honum mótstøðu - nú vóru teir javnaldrar.
Hanus og Borgar vóru framúr í hesi kappingini. Borgar endaði ovast við gullinum, men Hanus gav honum dygga mótstøðu og kundi fegnast um eitt flott silvurheiðursmerki til Føroyar.