seks-f-jensen.jpg

Seks ferðirnar Jensen í finalunum leygardagin

Durita F. Jensen er í finaluni hjá kvinnum, tvímansleiki hjá kvinnum og í blandaðum tvímansleiki.

Fróði F. Jensen er í finaluni hjá monnum og tvímansleiki hjá monnum.

F stendur fyri Fríða. Fríði Jensen er í finaluni í tvímansleiki hjá monnum saman við soninum Fróða.

Familjan Jensen er sostatt umboðað í øllum finalunum leygardagin.

Av sonnum ein stórur finaludagur fyri øll somul - og ikki kann sigast annað enn at tað er væl uppiborið.

Góða eydnu leygardagin.