Seinastu FM kapppingarnar kappingarárið 2017-18 verða avgreiddar vikuskiftið 6.-8.apríl.
Innleiðandi kappingarnar byrja fríggjakvøldið 6.apríl kl. 18.00 í høllini á Hálsi, tá kvinnudeildin og meistardeildin hjá monnum spæla seg fram til finalurnar í einmansleiki og tvímansleiki, umframt at blandaður tvímansleikur eisini er á skránni. Finalurnar verða so spældar á stóra finaludegnum, ið Borðtennissamband Føroya skipar fyri saman við Judosambandinum og Badmintonsambandinum í nýggju stórhøllini á Hálsi.
Harumframt skipar Borðtennissambandið fyri sjálvstøðugari FM kapping í meðaldeildini, og leikarar, ið ynskja at vera við til hesa kapping, møta í høllini kl. 18.