Seinasta umfar í GP-kappinini í borðtennis verður leygardagin 8. mars í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Ætlanin er eisini at hava eina felagsvenjing leygardagin, og er skráin fyri leygardagin tí henda:
kl. 10.00-12.00 Felagsvenjing
kl. 12.00-13.00 Matarsteðgur
kl. 13.00 Seinasta umfar í GP-kappingini
Tá kappingin er liðug, verða steyp handaði nr. 1, 2 og 3 í ymsu deildunum.