samares-manor.jpg
Íbúðir í hugnaligu húsunum

Samares Manor í Saint Clement

Leygardagin tá leikirnir vórðu settir fluttu vit á Samares Manor. Vit høvdu bílagt íbúðir í hugnaliga garðinum einans 7 min. frá borðtennishøllini har allir borðtennisdystirnir vórðu leiktir.

Aftur hesa ferð vórðu vit sera heppin og dugnalig í valinum. Vit kundu ganga aftur og fram frá spælistaðnum og vit búðu sera væl. Friðarligt var hóast garðurin liggur í býnum.

Bóndagarðurin, ella harragarðurin, er sera kendur fyri sín sera vakra blómugarð. Ferðafólk vitjaðu garðin dagliga í upplatingartíðini.

Tey einastu, ið sluppu at ganga í garðinum uttanfyri upplatingartíð, vóru harrafólkini - og so nakrir føroyskir borðtennisleikarar.