samanumtikid-mennandi.jpg

Samanumtikið mennandi og lærurík ferð

Niðurstøðan eftir kappingina í juli millum Grønland, Ísland, Jútland og Føroyar er greið. Hetta verður gjørt aftur! Hesi londini hóska væl til hvønn annan. Londini fáa javnar og spennandi dystir ímóti hvørjum øðrum og har dystarvenjing ikki er sleppa leikarar eisini at vinna, sum annars ikki er gerandiskostur í millumlandakappingum. Ætlanin var, at Hetland eisini skuldi luttaka; men hesa ferð lá ikki fyri hjá teimum - vónandi verða tey við næstu ferð.

Og næsta ferð verður í Føroyum. Á fundi millum nevndina í BTSF og hinar luttakararnar í Arctic Open í Reykjavík, samdust londini um at halda fram við hesi kappingini. Í 2014 verður kappingin í Føroyum - fyribils er ætlanin at hava kappingina í apríl, men endalig dagfesting er ikki ásett enn.

Á myndunum síggjast umboð fyri BTSF og eisini allir luttakararnir, ið vístu góðan ítróttaranda og gjørdu sítt fyri at umboða Føroyar væl.

Vit takka vertunum úr Íslandi fyri gestablídni og hinum londunum fyri eitt gott upphihald í Reykjavík í juli 2013.

Vónandi síggjast vit øll í Føroyum í 2014!