royn-hvalba-farid.jpg
Hanus Sørensen hevur ættarbond til Hvalbiar.

Royn í Hvalba farið undir skipað borðtennis

Bóltfelagið Royn er nú limur í Borðtennissambandi Føroya, BTSF.

Seinastu tíðina eru borðtennisborðini tikin fram í Royn-høllini og ung í Hvalba hava funnið batt og borðtennisbóltarnar fram. Næsta kappingarár er ætlanin, at venja regluliga og eisni javnan at luttaka í kappingum.

Borðtennis, sum ítrótt, hevur í mong ár verið í Hvalba. Men nú er ætlanin at skipað arbeiðið betur og tí hevur Royn søkt um limaskap í BTSF. Royn er frammanundan limur í ÍSF og í endamálsorðingini hjá Bóltfelagnum Royn er eingin forðing fyri, at borðtennis eisini er ein partur av felagnum.

Borðtennissamband Føroya fegnast um átakið hjá Royn og bjóðar teimum hjartaliga vælkomin í føroysku borðtennisverðina.

Nú eru heili trý borðtennisfeløg í Suðuroy - Royn í Hvalba, TBF á Tvøroyri og Purkan í Porkeri.