Rasmus Teitsson í Skorini, sum spælir við borðtennisfelagnum Tór í Havn, hevur um vikuskiftið luttikið í donsku kappingini, Kids Masters, ið er ein kapping, har einans tey bestu ungu í Danmark eru úttikin til at luttaka í. Kappingin varð spæld á Amager.
12 ára gamli Rasmus hevur hetta kappingarárið luttikið í fleiri donskum kappingum, og hann hevur savnað sær nóg mikið av stigum saman til at verða úttikin til Kids Masters, har hann kappaðist ímillum tey 12- og 13-ára gomlu.
Rasmus luttók í ovasta styrkisbólkinum, har 12 leikarar vóru við - Rasmus og so hinir 11 teir bestu leikararnir í kongaríkinum. Rasmus varð styrkismettur sum hin aftasti, so hann var varugur við, at hvør ein sigur, hann megnaði at fáa, mátti metast sum eitt gott avrik.
Men vit, sum kenna Rasmus, vita, at hann sjáldan er nøgdur bara við onkran einstakan sigur. Hann hevði góðar vónir og setti sær høg mál, og hóast vandi tá er fyri vónbroti, so kunnu vit nú staðfesta, at tað gjørdist til eina framúr kapping fyri hansara viðkomandi.
Á pappírinum var Rasmus tann undirtippaði í øllum dystunum, men hann vann heilar fimm av teimum 11 dystunum, hann spældi. Krúnan á verkinum var sigurin á triðbesta spælaranum í Danmark, Viktor Schnell Jensen úr Team Egedal.
Tað rakk til eitt 8. pláss hjá Rasmusi, men tað kundi tað sama blivið til enn meiri, tí hann var javnur við í stigum við teir báðar, sum endaðu á 6. og 7. plássi. Harnæst tapti Rasmus eina dystin 2-3, og koppaði tað heldur føroyska vegin, hevði Rasmus blivið nummar fimm.
Rasmus servar ímóti Philip Kiel Jakobsen.
Tað er einki at taka seg aftur í, at mótstøðan var sera stinn, men Rasmus tillagar seg lætt og hevur í ár ment seg til eitt støði, har hann - eins og hetta vikuskiftið staðfesti - meira enn so stendur seg í kappingini ímóti teimum bestu leikarunum í Danmark.
Eitt eru úrslitini, men eitt annað er menningin og trivnaðurin, og har sær bara gott út hjá Rasmusi, sum hugagóður venur við Tór í Havn, har hann fær køna venjing og frálæru frá nøkrum av teimum av teimum frægastu borðtennisleikarunum, Føroyar hava átt.
Kappingarárið er nú farið at halla, og eftir á skrá er einans ein felags venjingarlega hjá A- og ungdómslandsliðnum fyrst í mai, og eftir tað verður farið í eina styttri feriu, sum helst fer at koma væl við hjá mongum, áðrenn herjað verður á aftur seinni í summar.
Kids Masters 2024 - úrslit
- Felix Buch Vural, Roskilde Bordtennis
- Frederik Kristensen, Virum Sorgenfri BTK
- Viktor Schnell Jensen, Team Egedal
- Hans Lerche Kristiansen, Amager BTK
- Elias Skajem, Roskilde Bordtennis
- Philip Kiel Jakobsen, Virum Sorgenfri BTK
- Otto Svindt, Sisu/MBK
- Rasmus Teitsson í Skorini, Borðtennisfelagið Tór
- Mikkel Radoor, Virum Sorgenfri BTK
- Siddarth Senthil, Virum Sorgenfri BTK
- Oliver Kallestrup-Lamb, Sisu/MBK
- Rasmus Pein Johansen, Triton