Nevnir tú føroyskt borðtennis, so nevnir tú gjarna eisini Peter Hentze Niclasen, og hann var sum vera man ímillum leikararnar, tá ið eitt nýtt kappingarár varð skotið í gongd í gjár við Grand Prix-kapping í Trongisvági.
Hetta var einki enn kappingarár nummar 40 í føroyskum borðtennis hjá Peteri, sum einstøk ár hevur verið uttanlands, men tó altíð hevur verið partur av toppinum í føroyskum borðtennis - og er tað enn.
Hóast ein stórur partur av tíðini fer til tann praktiska og umsitingarliga partin av borðtennis við eitt nú fyriskipan og nevndararbeiði bæði í Borðtennissambandi Føroya og borðtennisfelagnum Tór, so hevur 51 ára gamli Peter Hentze Niclasen tíbetur ikki slept battinum enn.
At siga at hann hongur í er ikki orðið, tí hann ger meira enn tað. Hann er nevniliga framvegis partur av elituni. Peter hevur vunnið 16 føroyameistaraheiti í meistaradeildini, seinast í 2013, og hevur síðani tá á hvørjum ári spælt seg í minsta lagi í hálvfinaluna.
- Klichéin sigur, at vit taka eitt ár í senn. Kroppurin man vera eitt sindur slitin, men við miðvísari kropsligari og tekniskari venjing ber til at vera nøkulunda aktivur, og gevur hesin aktivitetur eisini eina vælveru í gerandisdegnum. So eg fari í øllum førum at royna at venja javnan, sigur Peter í samrøðu við Sosialin í dag.
Borðtennisleiðin hjá Peteri Hentze Niclasen
Feløg:
1979-1982: Fram
1983-1989: AB
1990-1991: Virum Sorgenfri
1992-1993: AB
1994-1996: Aberdeen
1997-1998: Greve BTK
1999-: Tór
FM-heiti: 16 (1984, 1986, 1988, 1989, 1990, 1992, 1996, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2013)