peternfm.jpg
Peter Niclasen.

Peter Niclasen føroyameistari hjá monnum

45 ára gamli Peter Niclasen er aftur føroyameistari. 29 ár eftir fyrsta FM-heitið í 1984 hevur hann, fyri løtu síðani vunnið sítt sekstanda (16!) føroyameistaraheitið fyri einstaklingar.

Í finaluni vann veteranurin 4-2 á Halli Thorsteinsson. Settúrslitini vóru 13-11, 11-8, 5-11, 12-10, 5-11 og 11-9.