peter-aftur-ovastur.jpg

Peter Niclasen aftur ovastur

Peter Niclasen vann A-bólkin. Hann tapti einans eitt sett, og gjørdi sostatt vart við, at hann ætlar sær framvegis at vera við í oddinum.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at ungu leikararnir eru mentir munandi seinastu tíðina, og geva vónir fyri framtíðina hjá føroyskum borðtennis. Hann nevnir t.d. Eyðun Ellendersen, Hanus Sørensen, Svein Nolsøe og Knút Jóannesarson.