Borðtenniskapping hevur í dag verið í høllini í Trongisvági, har árliga Topp 10-kappingin varð spæld umframt at kapping í kongaborði var fyri tey yngru, sum ikki liggja í topp 10.
Topp 10-kappingina vann Pætur Albinus eftir 3-1-finalusigur á 14 ára gamla Tóri Eið Eliasen, sum var flúgvandi í dag og í sínari hálvfinalu vann 3-0 á Sveini Mortensen Nolsøe. Sveinur fór tó ikki tómhentur heimaftur til Havnar, tí hann vann nevniliga bronsudystin ímóti Vagni Nolsøe.
Kappingina í kongaborði vann 11 ára gamli Silas Rasmussen í rættiliga sannførandi stíli. Hann var fyri tað mesta á kongaborðinum, og har var hann eisini tá ið kappingin endaði, og harvið vann hann gull. Silvurið vann Hans Elias Arge, og bronsuna vann Reinar Garðshamar.
Eisini varð kapping spæld í kongaborði í tvímansleiki. Her var Silas Rasmussen aftur fremstur, hesaferð saman við vinmanninum, Hans Eliasi Arge. Nummar tvey og trý blivu TBF-pørini Poul Knút Poulsen / Reinar Garðshamar og Róland Hansen / Kristian Niclasen.
F.v.: Tórur Eið Eliasen, Pætur Albinus og Sveinur Mortensen Nolsøe.
Føroyar Topp 10
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Tórur Eið Eliasen (Tór)
3. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
4. Vagnur Nolsøe (TBF)
5. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
6. Ári Fríðason Jensen (Tór)
7. Heri Lava Láadal (Tór)
8. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
9. Anja Wongwai (TBF)
10. Beinta Dalfoss Joensen (TBF)
Kongaborð - einmansleikur
1. Silas Rasmussen (Tór)
2. Hans Elias Arge (Tór)
3. Reinar Garðshamar (TBF)
Kongaborð - tvímansleikur
1. Silas Rasmussen (Tór) / Hans Elias Arge (Tór)
2. Poul Knút Poulsen (TBF) / Reinar Garðshamar (TBF)
3. Róland Hansen (TBF) / Kristian Niclasen (TBF)