Patur-endurvann-FM.jpg

Pætur Albinus endurvann FM

Pætur Albinus er føroyameistari hjá monnum 2017. Ein sera spennandi finala, har Fróði F. Jensen var mótstøðumaðurin hinumegin borðið, endað við 4-2 sigri til Pætur. Teir skiftust um at vinna settini til støðan var 2-2. Fimta sett endaði 12-10 til Pætur og tað sá út til at vera mønustingurin hjá Fróða, tí Pætur settið trumf á í sætta setti og vann gull fyri aðru ferð. Seinast hann vann, í 2015, var Fróði eisini finalumótstøðumaðurin.

Bronsuna býttu Hallur Thorsteinsson og Petur Niclasen millum sín.