Lutakast hevur í dag verið um hvørji lond koma at hittast í liðkappingini á oyggjaleikunum á Gibraltar, sum vera í døgunum 6. til 12. juli. Lutakastið varð stroymt beinleiðis á facebook-síðuni hjá borðtennissambandinum á Gibraltar.
Føroyar komu í bólk A saman við Guersney, Hetlandi og Alderney. Hetlandi og Alderney vunnu Føroyar 7-0 ímóti í liðkappingini í Gotlandi í 2017, men Guernsey verður øðrvísi sera trupul mótstøða. Guernsey vann nevniliga liðkappingina seinast og er helst sterkasta liðið á oyggjaleikunum.
Sambært reglunum, so hittast tvey tey fremstu londini í hvørjum bólki í fjórðingsfinalunum, meðan nummar trý og fýra í hvørjum bólki spæla plaseringsdystir.
Bólkur A
Guernsey
Føroyar
Hetland
Alderney
Bólkur B
Áland
Menorka
Isle of Man
Bólkur C
Gotland
Jersey
Isle of Wight
Bólkur D
Grønland
Cayman-oyggjarnar
Gibraltar