Í morgin, leygarmorgunin 29. juni frá kl.9.00 til 11.00, skipa SMS og ÍSF fyri almennum tiltaki á torginum í SMS, har oyggjaleikahópurin frá øllum ítróttargreinum verður til staðar.
Landsliðið í borðtennis, sum í hesum døgum er á venjingarlegu, verður sjálvsagt eisini tilstaðar.
Borðreitt verður við ókeypis morgunmati, og hetta er eitt gott høvi hjá fólki at koma at heilsa upp á ítróttarfólkini og ynskja teimum góða eydnu á oyggjaleikunum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, fara at halda røðu.