Starvsnevndin í Borðtennissambandi Føroya er mannað av nýggjum. Hon hevur virkað í nakrar mánaðir og hevur nú formliga skipað seg.
Fyri vali í starsvsnevndini stóðu Sjúrður Olafsson, Randi Louisa Nolsøe og Hugin Kárason Mortensen. Tey tóku ikki við afturvali.
Í starvsnevndina vórðu í staðin valdir Wilhelm Nygaard, Pætur Albinus og Fróði Fríðason Jensen.
Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Elinborg C. Mortensen, forkvinna
Fróði Fríðason Jensen, næstformaður
Wilhelm Nygaard, kassameistari
Pætur Albinus, skrivari