2214_r_705_0.jpg
A-landsliðið: Fv. Peter Niclasen, hjálparvenjari. Andras Nolsøe form, Borðtennissamband Føroya. Simon Nykjær-Fisher, høvuðsvenjari.

Nýggir landsliðsvenjarar

Borðtennissamband Føroya hevur gjørt sáttmálar við eitt nýtt toymið av venjarum, sum skal vera við til at útinna ta nýggju menningarætlanina, ið seinastu tíðina er snikkað saman og hevur til endamáls at lyfta borðtennis í Føroyum upp á eitt hægri støði.

 

Nýggja venjaratoymið er fyri ein stóran part útlendskt. Danski Simon Nykjær-Fisher er settur sum A-landsliðsvenjari, har hann tekur við eftir Peter Hentze Niclasen, sum eftir trý ár í sessinum hevur valt at siga høvuðsvenjarastarvið frá sær. Hann kemur tó at halda fram sum hjálparvenjari.

 

Simon Nykjær-Fisher er 29 ára gamal og úr Århus í Danmark. Hann er sjálvur leikari á høgum støði og spælir í bestu deildini í Danmark, har hann umboðar Viby. Hann er mettur at vera eitt av stóru venjaratalentunum í Danmark, og nú fær hann so møguleikan at royna seg í Føroyum.

 

- “Endamálið hjá mær sum landsliðsvenjara verður at geva leikarunum amboðini at lyfta spælið upp á eitt nýtt støði. Leikararnir fáa eina fysiska venjingarætlan, eina leikliga venjingarætlan og ávísingar til nakrar partar av spælinum, ið teir skulu betra” sigur nýggi landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher.

 

Nýggjur í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari og mennari er Pætur Albinus. 27 ára gamli hoyvíkingurin, sum eisini sjálvur spælir borðtennis og er verandi føroyameistari, hevur royndir sum ungdómsvenjari í Tór í Havn. Umframt at fáa ábyrgdina av føroyska ungdómslandsliðsliðnum, skal Pætur eisini ferðast kring landið at skipa venjingar bæði í verandi og ætlandi nýggjum feløgum.

 

Umframt nýggju venjararnar so er eisini ein nýggjur vegleiðari settur. Nýggi vegleiðarin, sum skal taka sær av at ráðgeva borðtennissambandinum og vera við til at útbúgva føroyskar venjarar, er ikki ókendur her heima. Talan er nevniliga um svian, Jan Berner, ið var føroyskur landsliðsvenjari árini 2010 til 2014. Hann er 56 ára gamal, hevur hægstu venjaraútbúgving og hevur eitt nú verið landsliðsvenjari í Estlandi, Finnlandi, Avstralia og Noregi.

 

- “Eg eri sera væl nøgdur við nýggja venjaratoymið, og eg ivist ikki í, at hetta fer at geva úrslit skjótt, við tað at tað koma fleiri leikarar og fleiri nýggj feløg kring landið, ið er eitt av høvuðsendamálunum í nýggju menningarætlanini hjá okkum”, sigur formaðurin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe.

 

Tað hendir nógv í føroyskum borðtennis fyri tíðina, so nýggju venjararnir sleppa til verka alt fyri eitt. Nú um vikuskiftið er venjingarlega fyri bæði A- og ungdómslandslið í nýggju høllini á Hálsi, og um tvær vikur fara bæði liðini til Danmarkar at kappast í Roskilde Cup.