Í morgin - hósdagin - er tvímansleikur á skránni. Og hóast vónbrotini frá einstaklingakappingunum í dag svíða sum svøllur, so er einans eitt at gera: At líta frameftir.
Og leikararnir hava svorið eið fyri hvørjum øðrum, at teir fara á vígvøllin í morgin við øllum tí, teir kunnu bjóða av borðtenniskynstri.
Vónirnar eru har. Livst so spyrst.
Ragnar
Pætur
Fróði
Hallur
Rakul