Kappingarárið 2021/22 verður nú av álvara skotið í gongd, og venjingarnar úti í feløgunum byrja aftur hesa komandi vikuna.
TBF í Trongisvági hevur boðað frá, at tey byrja at venja aftur mánadagin 23. august, og Tór í Havn hevur boðað frá, at tey byrja aftur at venja týsdagin 24. august.
Venjingartíðirnar hjá Tór síggjast á myndini omanfyri, og venjingartíðirnar hjá TBF eru hesar:
Mánadag
Kl.17.00 – 18.00: 1. til 3. flokkur
Kl.18.00 – 19.00: 4. til 7. flokkur
Kl.19.00 – 21.00: Vaksin
Mikudag
Kl.17.00 – 18.00: 1. til 3. flokkur
Kl.18.00 – 19.00: 4. til 7. flokkur
Kl.19.00 – 21.00: Vaksin
TBF venur í skúlagarðinum (inni) í Trongisvágs skúla, og borðtennisfelagið Tór venur í kjallaranum í høllini á Hálsi í Havn.
Kappingarskráin fyri 2021/22 er annars í gerð, og hon verður kunngjørd í næstum.