Aðalfundur var í Hvalba leygardagin tann 22. august 2015. Borðtennisfeløgini Royn, TBF og Tór møttu. Starvsnevndin og kappingarnevndin luttók eisini.
Jóannes Guttesen stóð fyri vali og varð hann afturvaldur til formann.
Starvsnevndin er sostatt mannað við Jóannesi Guttesen, formaður, Jens Paula Nolsøe, skrivari og næstformaður og Rógva Thorsteinsson, sum er kassameistari. Nýggju tiltakslimur er Kai Roest.
Kappingarnevndin er mannað við Peter Niclasen, formanni, og Vagni Nolsøe og Kai Roest. Osbjørg Eysturberg er tiltakslimur.