naesta-gullmerkid.jpg

Næsta gullmerkið komið í hús

Føroyar hava longu ognað sær næsta gullmerkið í Arctic Open borðtenniskappingini, sum í løtuni er í Høllini á Hálsi í Havn.

Í tvímansleiki hjá kvinnum hava Durita Jensen og Henrietta Nielsen vunnið gull. Tær vunnu bronsu í kappingini í Reykjavík í fjør.

Í liðkappingini hjá monnum hevur Grønland vunnið kappingina - í fjør endaði Grønland nr. 4 í somu kapping!

Hinar kappingarnar í blandaðum tvímansleiki, tvímansleiki hjá monnum og einstaklingakappingarnar hjá kvinnum og monnum, enda sunnudagin frá kl. 15 við finalum.

Eftir seinastu finaluna sunnudagin verða heiðursmerki til allar vinnararnar handaði.