Um vikuskiftið hevur ungdómslandsliðið í borðtennis verið á venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn, har eisini nakrir av eldru leikarunum, eitt nú Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson, vandu við nakrar av venjingunum.
Tað var svenski venjarin, Jan Berner, sum hesaferð stóð á odda fyri venjingarleguni.
Ungdómslandsliðið hevur úr at gera fyri tíðina, tí komandi vikuskiftið verður nevniliga farið á venjingarlegu í Íslandi, og vikuskiftið eftir tað er FM fyri ung á skránni.
Peter Hentze Niclasen var á gátt í høllini í dag og tók myndirnar, sum síggjast niðanfyri.