M21.jpg
Rasmus Teitsson í Skorini vann E-bólkin í dag.

Myndir og úrslit: Triðja umfar á Hálsi

Síðsta borðtenniskappingin í 2020 varð spæld í dag, tá ið triðja Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi, har 29 leikarar dystaðust.

 

Í A-bólkinum var enn sum áður ein bólkafinala ímillum Peter H. Niclasen og Pætur Albinus, og hesaferð var tað Pætur, sum var omaná. Við 3-1-sigri í bólkafinaluni ímóti Peteri sleppur Pætur at halda jól á toppinum í samlaðu kappingini, men Peter er tó beint í hølunum. Triðja plássið fekk aftur í dag Sveinur M. Nolsøe, sum vann á teimum flestu, men enn manglar nakað í ár fyri at megna at koppa teimum eldru oddamonnunum.

 

Í B-bólkinum var aftur í dag tætt og spennandi, og kappingin um at flyta upp í A-bólkin er gróthørð. Marin Elisabet Poulsen hevur í tveimum teimum fyrstu kappingunum verið júst ov stutt at røkka uppflyting til A-bólkin, men í dag gjørdi unga hvalbiargentan bart og vann á øllum somlum. Saman við henni upp í A-bólkin flytur Sólja H. Djurhuus, sum gjørdist nummar tvey.

 

Bárður Enni Danielsen ruddaði borðið í C-bólkinum, og við fýra sigrum í fýra dystum tryggjar hann sær uppflyting uppaftur í B-bólkin, har hann spældi seinast. Við honum upp í B-bólkin flytur Reinar Garðshamar, meðan Hákun Kass bleiv nummar trý.

 

Annað vikuskifti vann Mattias Kerá úr Tór sín bólk, og hann hevur tískil gjørt eitt lop heilt úr E-bólkinum til næstuferð at skulla luttaka í C-bólkinum, har sigursrøðin veruliga kemur at standa sína roynd. Fámminingurin Hans Jacob Petersen flytur somuleiðis upp í C-bólkin umvegis sítt 2. pláss í D-bólkinum í dag.

 

Yngsti maðurin í kappingini, átta ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini, var væl upplagdur í dag og vann allar sínar fimm dystir í E-bólkinum, sum gevur honum eitt trygt 1. pláss í E-bólkinum og uppflyting til D-bólkin. Eisini Páll Hansen Sørensen flytur upp í D-bólkin.

 

Næsta kapping á skránni verður 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt 16. januar í høllini á Hálsi í Havn.

 

Úrslit og myndir frá dagsins kapping síggjast niðanfyri.

 

Bólkur A

 

Nr. Luttakarar   1 2 3 4 5 6     Stig Sett Nr.
1 Peter H. Niclasen (Tór)       1 - 3 3 - 0 3 - 0 3 - 0 3 - 0             8 13 - 3 2
2 Pætur Albinus (Tór) 3 - 1       3 - 1 3 - 1 3 - 0 3 - 0             10 15 - 3 1
3 Sveinur M. Nolse (Tór) 0 - 3 1 - 3       3 - 2 3 - 1 3 - 0             6 10 - 9 3
4 Vagnur Nolsøe (TBF) 0 - 3 1 - 3 2 - 3       3 - 1 3 - 0             4 9 - 10 4
5 Ári F. Jensen (Tór) 0 - 3 0 - 3 1 - 3 1 - 3       3 - 1             2 5 - 13 5
6 Anja Wongwai (TBF) 0 - 3 0 - 3 0 - 3 0 - 3 1 - 3                   0 1 - 15 6

Bólkur B

Nr. Luttakarar   1 2 3 4 5       Stig Sett Nr.
1 Sólja H. Djurhuus (Tór)       3 - 2 2 - 3 3 - 1 3 - 0                   6 11 - 6 2
2 Britt Michelsen (TBF) 2 - 3       2 - 3 1 - 3 3 - 0                   2 8 - 9 3
3 Marin E. Poulsen (TBF) 3 - 2 3 - 2       3 - 0 3 - 2                   8 12 - 6 1
4 Silas Rasmussen (Tór) 1 - 3 3 - 1 0 - 3       0 - 3                   2 4 - 10 5
5 Gunnar V. Niclasen (Tór) 0 - 3 0 - 3 2 - 3 3 - 0                         2 5 - 9 4

 

Bólkur C

Nr. Luttakarar   1 2 3 4 5       Stig Sett Nr.
1 Bárður E. Danielsen (Tór)       3 - 0 3 - 2 3 - 0 3 - 0                   8 12 - 2 1
2 Reinar Garðshamar (TBF) 0 - 3       3 - 2 3 - 1 3 - 0                   6 9 - 6 2
3 Hákun Kass (Tór) 2 - 3 2 - 3       3 - 1 3 - 0                   4 10 - 7 3
4 Poul Eliasen (Tór) 0 - 3 1 - 3 1 - 3       3 - 0                   2 5 - 9 4
5 Luca Eyðun Staksberg (Tór) 0 - 3 0 - 3 0 - 3 0 - 3                         0 0 - 12 5

 

Bólkur D

Nr. Luttakarar   1 2 3 4 5 6 7 8 Stig Sett Nr.
1 Hans J. Petersen (TBF)       3 - 0 1 - 3 3 - 0 2 - 3 3 - 0 3 - 2       8 15 - 8 2
2 Jákup M. Debess (Tór) 0 - 3       1 - 3 1 - 3 3 - 2 3 - 2 3 - 1       6 11 - 14 4
3 Poul Knút Poulsen (TBF) 3 - 1 3 - 1       3 - 2 1 - 3 3 - 0 2 - 3       8 15 - 10 3
4 Jónas Nikolajson (Tór) 0 - 3 3 - 1 2 - 3       1 - 3 3 - 0 3 - 0       4 12 - 10 5
5 Mattias Kerá (Tór) 3 - 2 2 - 3 3 - 1 3 - 1       3 - 1 3 - 1       10 17 - 9 1
6 Ólavur Hammer (TBF) 0 - 3 2 - 3 0 - 3 0 - 3 1 - 3       2 - 3       0 5 - 18 7
7 Hans Elias Arge (Tór) 2 - 3 1 - 3 3 - 2 0 - 3 1 - 3 3 - 2             4 10 - 16 6

 

Bólkur E

Nr. Luttakarar   1 2 3 4 5 6     Stig Sett Nr.
1 Páll H. Sørensen (TBF)       3 - 0 2 - 3 3 - 1 3 - 1 3 - 0             8 14 - 5 2
2 Lias Arnason (TBF) 0 - 3       0 - 3 0 - 3 3 - 0 3 - 0             4 6 - 9 4
3 Rasmus T. í Skorini (Tór) 3 - 2 3 - 0       3 - 1 3 - 0 3 - 0             10 15 - 3 1
4 Kristian Niclasen (TBF) 1 - 3 3 - 0 1 - 3       3 - 0 3 - 0             6 11 - 6 3
5 Elsa K. Gisladóttir (Tór) 1 - 3 2 - 3 0 - 3 0 - 3       3 - 0             2 6 - 12 5
6 Hadassa Christiansen (Tór) 0 - 3 0 - 3 0 - 3 0 - 3 0 - 3                   0 0 - 15 6