Eftir kappingina leygardagin 21. november 2015 varð skipað fyri jubilæumsveitslu. Knappar eitthundrað innbjóðingar vórðu sendar og tá avtornaði møttu knapt tredivu til veitslu.
Fyrrverandi nevndarlimir, borgarstjórin á Tvøroyri, fyrrverandi leikarar høvdu eina hugnaliga løtu saman.
Gerðarbøkurnar frá byrjan í 1980 vóru við og áhugavert var at lesa í teimum. Ikki sørt, at lesnaðurin legði lunnar undir nógvar góðar frásøgnir við borðið. Eingin ivi um, at tað hevur týdning fyri søguna at hava góðar skriftligar frágreiðingar frá virksemi sambandsins.
Tað var sera hugaligt tá Ronnie Midjord, fyrsti formaður BTSF's, Niels Petersen, formaður í fleiri ár og Haraldur Hammer, nevndarlimur í fleiri ár, greiddu frá farnari tíð.
Ein rimmar veitsla.