Liðkappingin byrjaði sunnudagin við tveimun dystum. Frammanundan varð mett, at Gotland, Guernsey og Jersey eru favorittar og Føroyar og Grønland outsidarar saman við Menorca.
Tí kundi roknast við, at fyrsti dysturin móti Grønlandi fór at verða avgerandi. Vit vistu, at hetta fór at gerast trupult og endin varð, at vit fingu bank. Grønland vann 6-1. Dysturin var, hóast alt, javnari enn tølini vísa og ein røtt mynd hevði kanska verið 4-3 til Grønland. Fróði og Hallur taptu báðar dystinar móti Ivik og Aqqalu. Henrietta vann sannførandi á Aqqaluq og Henrietta/Fróði og Henrietta/Durita taptu eisini sínar dystir.
Nú fór eitt sindur av luft úr ballónini, men so stóð Menorca fyri okkum. Á seinastu oyggjaleikum á Isle of Wight taptu vit móti Menorca og vunnu á Grønlandi. Fyri seks árum síðani taptu vit móti Grønlandi. Í báðum førum mistu vit bronsuna. Søgan endurtekur seg hesa ferð.
Vit løgdu okkum greitt á odda móti Menorca. Fróði og Henrietta vunnu sannførandi, Menorca hevur bara eina damu við og tí vunnu vit tvímansleikin hjá kvinnum eisini. Hallur tapti sín fyrsta dyst. 3-1 eftir fýra dystir. Men so tapti Fróði sín dyst og Fróði og Henrietta taptu blandaða tvímansleikin. 3-3 og Hallur hevði ein dyst eftir. Vóninar vóru ikki góðar, tí Hallur hevði havt ein ringan dag higartil.
Menorca viðhaldsfólk, spælarar og venjari vóru sera harðmælt tá tey vunnu ein bólt fyri og annan eftir - føroyingarnir sótu, sum høvdu teir bitið í lort. Tap fyri Grønlandi og nú sá einki út móti nøkrm "jublandi spaniólum". Hallur tapti fyrstu tvey settini og mótstøðufólkini róptu bara harðari og harðari. Men so vaknaði Hallur og føroysku viðhaldsfólkini, sum vóru fleiri í tali enn suðurlendingarnir. Øði kemur í grindina og Hallur byrjar at slá bóltarnar á borðið hinumegin - hin fer niður við nakkanum og nevið hongur. Høllin kókar og fólk, ið ganga framvið uttanfyri støkka inn á gólvið, at hyggja hvat hetta er fyri nakað. Føroyingarnir kring vøllin jubla hvørja ferð vit fáa stig - hinir dystirnir í høllini eru langt síðani lidnir - og nú halda tey flestu við føroyingum. Tað endar við at Hallur vinnur 11-8 í fimta setti, tveitir blusuna út til áskoðararnar og fólk renna inn á vøllin. Ein skuldi trúð at gullið varð vunnið, men hetta var bara ein dystur í bólkaspælinum har kenslurnar runnu út í ein odd og sprongdust í sannari gleði.
Vit vunnu ein landsdyst og í staðin fyri at fara heim við gron fóru øll heim í einum gleðisrúsi, sum kann brúkast til allar hinar kappingarnar restina av vikuni.
Í dag byrja vit móti Guernsey kl. 0900, Guernsey er stórfavorittur. Síðani er Hetland á skránni kl. 1300, har eru Føroyar favorittur. Í kvøld kl. 1800 verður spælt um plaseringar og somuleiðis ímorgin kl. 0900. Mikudagin byrja einstaklingakappingarnar.
Á facebook-síðuni ber til, at síggja seinastu tveir bóltarnar í sigrinum á Menorca.