Fyrsti kappingardagurin í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament & Training Camp 2019 er nú av, og føroysku úrslitini hava bara verið heilt góð.
Kappast hevur verið í liðkapping. Liðið, sum fyrst vinnur tríggjar dystir, vinnur samlaða liðdystin.
Lagt varð til brots tíðliga í morgun við einum sigri á Wales í dreingjadeildini. Tórur Eið Eliasen og Rói Hjaltason vunnu hvønn sín dyst í einmansleiki, og tá ið Høgni Heinason og Rói Hjaltason vunnið einmansleikin, so høvdu Føroyar tryggjað sær ein 3-1-sigur longu í allarfyrstu royndini.
Kvinnurnar vóru eisini væl upplagdar. Britt Michelsen og norski viðleikarin, Yoana Wertebach, stríddust dúgliga ímóti Wales og Malta, men tær gjørdust júst ov stuttar í báðum førum. Serliga ímóti Malta var tætt - har taptu tær ein fimm-settara í avgerandi dystinum.
Eisini Anja Wongwai og Marin Elisabet Poulsen vístu gott spæl og fingu eitt nú rós frá írska landsliðsvenjaranum, sum helt, at tær vóru so passaliga djarvar. Hetta ósmædnið hjálpti teimum væl á leið at geva bæði Írlandi og Malta skarpan gang. Hóast 0-3 og 1-3 á pappírinum ljóðar av meira, so var talan um tættar dystir.
Ári Fríðason Jensen og Heri Lava Láadal luttaka í einum aldursbóki eldri enn teir vanliga gera, og hetta merkja teir eisini á mótstøðuni. Talan var um serstakliga trupla mótstøðu ímóti Noregi og Írlandi, men sum ein segði: Onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð lærir út.
Í morginári verða seinastu bólkadystirnir í liðkappingini spældir, og seinnapartin eru hálvfinalur og plaseringsdystir á skránni.
Úrslit - dagur 1
Dreingir
(Høgni Heinason, Rói Hjaltason og Tórur Eið Eliasen)
Føroyar - Wales 3-1
Føroyar - Malta 0-3
Mansunglingar
(Ári Fríðason Jensen og Heri Lava Láadal)
Føroyar - Noreg 0-3
Føroyar - Írland 0-3
Gentur
(Anja Wongwai og Marin Elisabet Poulsen)
Føroyar - Írland 0-3
Føroyar - Malta 1-3
Kvinnuunglingar
(Britt Michelsen og Yoana Wertebach, Noreg)
Føroyar - Wales 1-3
Føroyar - Malta 2-3