EM-undankappingin, sum føroysku mans- og kvinnulandsliðini skulu luttaka í, er nú blivin útsett fleiri ferðir, men hon er framvegis á skrá, og tað nýggjasta er, at hon verður spæld vikuskiftið 28. til 30 mai.
Upprunaliga skuldu Føroyar spæla í C-bólkinum, men evropeiska borðtennissambandið hevur valt at leggja C- og B-bólkarnar saman í eina kapping. Føroyar koma sostatt at spæla ímóti londum eisini úr B-bólkinum.
Menninir spæla í Beograd í Serbia, meðan kvinnurnar spæla í Sveti Martin í Kroatia. Lutakast hevur verið, og føroysku landsliðini eru komin í hesar bólkar:
Menn
Ungarn
Finnland
Skottland
Føroyar
Kvinnur
Kroatia
Finnland
Kosovo
Føroyar
DAGFØRT: Kappingin er útsett til á heysti 2021