GP2.png

Leygardagin verður kapping í Havn

Nú leygardagin 19. november verður annað Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi. Kappingin byrjar kl.12.00.

Spæld verða í alt seks Grand Prix-umfør, og tá ið øll eru spæld, verða sum vant samlaðir vinnarar funnir í øllum aldursbólkum, og verða hesi heiðrað við steypi og heiðursmerkjum.

Skráin sæst í kalendaranum ovast til høgru í bláa breddanum omanfyri.

Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar leikarar til kappingina leygaradagin. Heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn kappingin er sett at byrja.