kapping-5gpumfar.jpg

Leygardagin verður 5. Grand Prix-umfar

Leygardagin 20. februar verður 5. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er næstsíðsta umfar í hesum kappingarárinum.

 

Kappingin byrjar kl.12.00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn. Tilmelding fer fram við dómaraborðið tá møtt verður í høllini.

 

GG! Vit skulu gera vart við, at skiftirúmini í høllini tíverri ikki eru tøk hendan dagin vegna steypafinalur í hondbólti.

 

Tað er stórur spenningur í fleiri deildum í samlaðu kappingini. Samlaða støðan sæst HER.