Føroyska borðtennislandsliðið hevur nú sett hol á allarseinastu fyrireikingarnar undan oyggjaleikunum, sum í ár vera í Gibraltar í døgunum 6. til 12. juli.
Allir teir føroysku útisetarnir, Fróði F. Jensen (Amager BTK), Hallur Thorsteinsson (Amager BTK) og Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MKB) eru komnir til landið, og tann seks dagar langa venjingarlegan varð fríggjakvøldið skotin í gongd við einari venjing í høllini á Hálsi í Havn.
Hópurin er síðani farin til Suðuroyar, har venjingarlega er í høllini í Trongisvági frá sunnudegnum fram til mikudagin undan fráferðini til Gibraltar hósdagin seinnapart.
Tað er landsliðsvenjarin,Simon Nykjær-Fisher, sum stendur á odda fyri venjingarleguni, har teir átta leikararnir hava góðar stundir at venja saman og fáa teir seinastu smálutirnar upp á pláss.
Føroyska oyggjaleikaferðalagið flýgur úr Vágum hósdagin kl.13.25. Flogið verður beinleiðis til Gibraltar - ein ferð, ið tekur smáar fýra tímar.
Venjing í høllini í Trongisvági.
Hallur Thorsteinsson og Eyðun F. Ellendersen.