Hósdagin 6. juli er føroyska borðtennislandsliðið saman við mongum øðrum føroyskum landsliðum í ymiskum ítróttagreinum farið til oyggjaleikirnar 2023, sum í ár verða hildnir á Guernsey.
Borðtennislandsliðið hevur seinastu dagarnar undan fráferðini verið savnað á venjingarlegum bæði í Trongisvági og í Tórshavn, og er væl fyrireikað til oyggjaleikirnar.
Fyrsti dagurin hevur einans verið ferðadagur, og hópurin er nú komin vegin fram til hotellið á Guernsey, har tey fara at húsast komandi góðu vikuna.
Í morgin, fríggjadagin, er taktikkfundur og venjing á skránni, og leygaradagin verða leikirnir settir. Sunnudagin fer kappingin so av bakkastokki, og lagt verður fyri við liðkapping.
Tríggir føroyskir borðtennisleikarar eru við á oyggjaleikunum á fyrsta sinni. Tey eru Albert Weihe Wolfsberg úr Hillerød GI, Anja Wongwai úr TBF og Ári Fríðason Jensen úr Tór.
Vit frætta nærri um skránna, stroyming. o.a. her á síðuni og á sosialu miðlunum komandi dagarnar.
Hópurin
Menn
Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
Ári Fríðason Jensen (Tór)
Fróði Fríðason Jensen (Tór)
Hallur Thorsteinsson (Tór)
Kvinnur
Anja Wongwai (TBF)
Britt Michelsen (TBF)
Durita Fríðadóttir Jensen (Amager BTK)
Henrietta Nørr (Kiel TTK Grün-Weiß)
Venjarar
Simon Nykjær-Fisher
Pætur Albinus
Liðleiðarar
Elinborg C. Mortensen
Peter Hentze Niclasen
Hópurin undan fráferðini í Føroyum.