Kappingin, sum skuldi vera í Trongisvági í dag, sunnudagin 22. oktober, er útsett.
Leikarar vóru annars umborð á Smyrli og til reiðar at sigla suður, men tá fráferðin úr Tórshavn var seinkað vegna veður, samstundis sum ferðin norður aftur varð framskundað, so høvdu leikarar ikki nátt at spælt kappingina og komið norður aftur í dag.
Borðtennissamband Føroya harmast íkomnu støðuna, og kunnger nærri á heimasíðuni so skjótt nýggj dagfesting fyri 1. Grand Prix-umfar verður ásett.