Fyrta GP kappingin verður í Havn leygardagin 24. oktober og síðani verður hildið fram við Grand Prix kappingunum annaðhvørt í Trongisvági og í Havn. Eftir ætlan verður ein kapping eisini í Hvalba.
Nevndin arbeiðir við eini jubilæumskapping leygardagin 21. november - tit frætta nærri um hetta verður veruleiki ella ikki. Borðtennisambandið er 35 ár í ár.
Stóri finaludagurin fyri vaksin verður helst 2. apríl 2016.
Vit arbeiða framhaldandi við kalendaranum - vónandi fellur meginparturin á pláss hesa vikuna.
Allar kappingar verða settar í kalendaran her á síðuni.