gp1-mynd.jpg

Kappingarskráin 2024/2025

Kappingar- og virksemisskráin hjá Borðtennissambandi Føroya fyri kappingarárið 2024/2025 er nú endaliga løgd.

Hópin av spennandi kappingum og venjingarlegum eru á skrá, bæði her heima og uttanlands, og so eru eisini tveir føðingardagar á skránni. Í heyst fyllir Borðtennisfelagið Tór í Havn 30 ár, og næsta ár fyllir Borðtennissamband Føroya 45 ár. Hetta verður feiðrað, sjálvsagt í røttum lagi við borðtennis og onkrum omaná.

Í ár verður eisini farið undir Masters-kappingar, har fyrrverandi leikarar og øll onnur - uttan mun til venjingarstøðu - skulu vera hjartaliga vælkomin at støva sær battið av og royna seg. Tær kappingarnar vera í sambandi við Grand Prix-kappingarnar 9. november í Havn og 26. januar í Trongisvági.

Venjingarlegurnar, sum síggjast í skránni, umfata bæði A- og ungdómslandslið, sum í ár fara at venja saman undir leiðslu av A-landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher.

Kappingarskráin sæst niðanfyri, og hon sæst eisini til eina og hvørja tíð til høgru á forsíðuni og í "Kalendari" í bláa breddanum ovast á heimasíðuni.

Fyrivarni verður tikið fyri at smærri broytingar kunnu íkoma.

Kappingarskráin 2024/2025

Mánaður

Virksemi

Staður

21.09.2024

GP1

Tórshavn

12.10. - 13.10.2024

Aarhus Open

Aarhus, Danmark

14.10. - 16.10.2024

Venjingarlega

Aarhus, Danmark

18.10. - 20.10.2024

Venjingarlega

Kemur seinni

27.10.2024

GP2

Trongisvágur

09.11.2024

GP3 + Tór 30 ár

Tórshavn

15.11. - 17.11.2024

Venjingarlega

Kemur seinni

24.11.2024

GP4

Trongisvágur

11.01.2025

GP5

Tórshavn

26.01.2025

GP6 + Masters

Trongisvágur

01.02. - 02.02.2025

Roskilde Stævne

Roskilde

15.02.2025

GP7

Tórshavn

01.03.2025

BTSF 45 ár

Tórshavn

21.03. - 23.03.2025

FM ung

Kemur seinni

25.04. - 26.04.2025

FM vaksin

Tórshavn

15.05. - 18.05.2025

Venjingarlega

Tórshavn