Nú er tann tíðin á árinum, har borðtennis í Føroyum av álvara er á veg upp aftur í snúningar. Venjingarnar eru byrjaðar úti í feløgunum, og í dag er júst ein mánaður til ársins fyrsta kapping verður spæld.
Kappingarskráin fyri kappingarárið 2023/2024 er nevniliga endaliga løgd, og umframt tey seks Grand Prix-umførini og FM-kappingarnar, eru nú eisini nakrar opnar kappingar á skrá.
Skráin er galdandi fyri tær heimligu kappingarnar. Eisini eru nakrar spennandi kappingar uttanlands við at verða fyriskipaðar, og frætt verður nærri um tað seinni.
Kappingarskráin sæst niðanfyri, men hon sæst eisini til eina og hvørja tíð í kalendaranum, sum er at finna ovast til høgru á forsíðuni.
Kappingarskráin 2023/2024:
22. oktober 2023: Grand Prix 1 (Trongisvágur)
05. november 2023: Grand Prix 2 (Trongisvágur)
18. november 2023: Grand Prix 3 (Tórshavn)
13. januar 2024: Grand Prix 4 (Tórshavn)
28. januar 2024: Grand Prix 5 (Trongisvágur)
17. februar 2024: Grand Prix 6 (Tórshavn)
02. mars 2024: Opin kapping í tvímansleiki og bl. tvímansleiki (Tórshavn)
15. - 16. mars 2024: FM ung (Trongisvágur)
05. - 06. apríl 2024: FM vaksin (Tórshavn)