kapp-lagdar.jpg

Kappingarnar lagdar

Kappinganevndin hevur í samráði við nevndina í BTSF gjørt uppskot til hvørjar heimligar kappingar verða í vetur og nær tær verða. Vónandi fara feløgini eisini at skipa fyri opnum kappingum, so at leikararnir fáa so nógvar avbjóðingar, sum møguligt.

Fyribils sær kalendarin soleiðis út (hetta verður eisini lagt út á kalendaran á btsf.fo):

2014:

Grand Prix 1, leygardagin 4. oktober, í skúlanum við Løgmannabreyt, Hoyvík.

Grand Prix 2, leygardagin 8. november, í høllini í Trongisvági. (broyting)

Grand Prix 3, leygardagin 15. november, í skúlanum við Løgmannabreyt, Hoyvík.

2015:

Tór open, leygardagin10. januar í Eysturskúlanum, Tórshavn.

Grand Prix 4, leygardagin 17. januar, í høllini í Trongisvági.

Grand Prix 5, leygardagin 7. februar, í skúlanum við Løgmannabreyt, Hoyvík.

Grand Prix 6, leygardagin, leygardagin 28. februar, í høllini í Trongisvági.

FM ung, leygardagin 21. mars, í høllini í Trongisvági.

FM vaksin innleiðandi, fríggadagin 10. apríl, í skúlanum við Løgmannabreyt.

FM vaksin finalur og gallaveitsla, leygardagin 11. apríl í Tórshavn.

Oyggjaleikirnir verða á settir á Jersey 27. juni og enda eina viku seinni.

Aðrar landsliðskappingar verða eisini, men ongar dagfestingar eru tøkar.

Gott kappingarár!