GP2-Tr.png

Kapping í Trongisvági sunnudagin

Nú sunnudagin 27. november verður 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági.

Tað upprunaliga 2. umfarið, sum skuldi vera í Havn síðsta leygardag, varð útsett fyri veður, og tí fær hendan kappingin fyribils heitið sum 2. umfar.

Kappingin nú sunnudagin byrjar kl.13.30. Ikki er neyðugt við tilmelding frammanundan, men einans at siga frá við dómaraborðið eina løtu áðrenn kappingin byrjar.