Sunnudagin 29. november verður 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13.30.
Kappingin, sum skuldi spælast í Havn síðsta leygardag, men varð útsett vegna veður, verður ístaðin spæld leygardagin 5. december.
Tað verða spæld tilsamans seks Grand Prix-umfør fram til í februar næsta ár. Fyri at teljast við í samlaðu kappingini er neyðugt at møta til í minsta lagi fimm kappingar/umfør.