kapping-tr-ley.png

Kapping í Trongisvági leygardagin 28. januar

Borðtennissamband Føroya skipar fyri kapping leygardagin í høllini í Trongisvági.

Talan er um tvær kappingar samstundis – eina kapping millum tíggju teir sterkastu leikararnar – topp 10 – og eina kapping í kongaborði, har spælt verður eftir tíð.

Eftir døgurðasteðg verður enn ein kapping í kongaborði – hesaferð í tvímansleiki.

Skráin fyri leygardagin er henda:

kl.10.00 Kappingarnar byrja - kongaborð í einmansleiki + topp 10

kl.11.45 Døgurðasteðgur - Borðtennissambandið býður ein bita í kantinuni

kl.13.00 Kappingarnar halda fram - kongaborð í tvímansleiki