Um vikuskiftið og í vikuni - í heystferiuni - hava seks føroyskir leikarar verið á flatlondum og spælt borðtennis í Aarhus, har bæði kapping og venjingarlega hevur verið á skránni.
Leikararnir, sum vóru við á túrinum, vóru Anja Wongwai (Amager BTK), Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór), Hadassa S. Christiansen (Tór), Jósva Fonsdal Højgaard (TBF), Ólavur Hammer (TBF) og Rasmus Teitsson í Skorini (Tór).
Kappingin, sum føroysku leikararnir luttóku í, var Aarhus Open, sum felagið Sisu/MBK skipaði fyri. Her luttóku omanfyri 200 leikarar, býttir í tvær kappingar leygardag og tvær sunnudag alt eftir aldri og styrki.
Ólavur Hammer ger seg til reiðar at serva.
Tað er einki at taka seg aftur í, at føroyskir leikarar - nú vit eru so fá, men kná - stundum mangla dystarvenjing ímóti aðrari, fjølbroyttari mótstøðu, men hetta fáa tey tíbetur í ríkiligt mát í donsku kappingunum.
Tá er tað ikki bara úrslitini, sum telja, men sanniliga eisini munagóða mótstøðan og bara tað at vera á nýggjum ævintýrum uttanlands sum ein hópur.
Úrslitini skulu tó ikki gloymast at nevnast: Ólavur Hammer vann gull í B-endaspælinum í Herre Junior C, og Jósva Fonsdal Højgaard vann silvur í B-endaspælinum í Herre Junior D.
Føroysku heiðursmerkjavinnararnir, f.v. Jósva Fonsdal Højgaard og Ólavur Hammer.
Eftir kappingina var tað ikki liðugt við borðtennis - langt frá tí. Heystferia var, so leikararnir høvdu stundir at verða verandi í Danmark, og fóru á venjingarlegu hjá BTK Viby, har nakrir av fremstu ungdómsleikarunum í Jútlandi luttóku.
Á venjingarleguni var høvuðsfokus taktikkur, serva/retur og at betra seg í dysti. Venjarar vóru Simon Nykjær-Fisher, Anders Holler og Dan Refstrup Jakobsen.
Venjingarlega í frálíku umstøðunum hjá BTK Viby í Aarhus-býarpartinum Viby.
Hugagott var at síggja hvussu ungu føroyingarnir ikki himpraðust við at halda seg framat, og hvussu tey knýttu nýggj vinarbond.
Føroyski hópurin er um middagsleitið í dag, hósdagin, komin aftur til Føroya, og longu í morgin og fram til sunnudagin er felags venjingarlega hjá ungdóms- og A-landsliðnum í høllini á Hálsi í Havn.
Næsta kapping uttanlands hjá ungdómslandsliðnum verður í Roskilde í februar næsta ár.