Lýsti aðalfundurin varð hildin fríggjadagin tann 11/5-2012, kl. 17.30, á skrivstovuni hjá BTSF í ÍSF-húsunum.
Fundurin varð hildin sambært viðtøkum Borðtennissambandsins.
Rógvi Thorsteinsson og Jens Pauli Nolsøe stóðu fyri vali - og báðir vórðu afturvaldir. Í nevndini sita framvegis teir báðir og so Jóannes Guttesen, sum stendur fyri vali næsta ár.
Peter Niclasen heldur fram í kappingarnevndini saman við Vagni Nolsøe og Mariann Mikkjalsdóttir. Sum hjálparfólk í kappingarnevndini vórðu Hallur Thorsteinsson, Fróði F. Jensen og Pætur Albinus valdir.