Ivik Nielsen vann sannførandi finaluna móti Magnusi G. Úlfarsson úr Íslandi. Finalan endaði við greiðum 4-0 sigri. Ivik var nógv tann sterkasti leikarin á mannfólkasíðuni í mun til mótstøðumenninar úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Frammanundan var Kári Mimisson úr Íslandi mettur at verða tann, ið kundi geva Ivik mótstøðu; men Kári tapti móti Ivik í hálvfinaluni og tískil endaði tað við bronsu til Kára.
Hina bronsuna vann Eyðun Ellendersen úr Føroyum. Eyðun hevði eina fantastiska kapping og vann eina rúgvu av dystum í liðkappingini. Í einstaklingakappingini, sum var sera sterk, spældi hann seg heilt fram í hálvfinaluna. Flott kapping frá Eyðun Ellendersen av Nesi í Hvalba.