2317_r_705_0.jpg

Innbjóðing til FM í meðaldeildini

Borðtennissamband Føroya skipar í ár fyri FM í sokallaðu meðaldeildini. Hetta er ein deild fyri motiónistar og øll onnur áhugað. FM í meðaldeildini verður í kjallaranum í høllini á Hálsi fríggjakvøldið 6. apríl kl.18.00. Heiðursmerki verða latin til nummar eitt, tvey og trý. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka!