Um vikuskiftið hevur føroyska borðtennislandsliðið havt venjingarlegu í Danmark. Hetta er ein liður í fyrireikingunum fram ímóti EM, sum verður í Alicante 18.-23. september.
Luttakararnir vóru Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus, sum fingu sera góða venjing og vegleiðing frá landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher.
Hýrurin var sera góður á leikarum og venjara eftir venjingina, sum fingu nógv burturúr. Hetta var síðsta samlingin føroyska A-landsliðið hevði áðrenn EM, og leikararnir síggja sjálvsagt sera nógv fram til at umboða