Fríggjadagin skuldi Føroyar bara spæla ein dyst í plaseringsdystunum um plássini 113-116. Føroysku dreingirnir møttu Uganda, og eftir at hava verið vónbrotnir um fleiri avrik fyrr í kappingini, gjørdist vónbrotið í dag størst. Ein væntaður javnur dystur bleiv til ein greiðan 3-1-sigur til Uganda.
Fróði F. Jensen var aftur í dag 1. spælari og skuldi tískil fyrst í eldin. Hann møtti Paul Mutabuze, og eldri harrin úr Uganda stóð seg betur í longdini og trakk ein 3-2-sigur í land. Alt ov nógv tøtt sett koppa til fyrimuns mótstøðuleikarans, og hetta var eisini útfallið í dystinum hjá Halli Thorsteinsson. Hann tapti gaman í 3-0 fyri Jackson Migade, men settini vann hann við ávikavist trimum, tveimum og tveimum bóltum.
Støðan var tískil 2-0 til Uganda, tá ið Pætur Albinus, sum aftur í dag var triði leikarin á liðnum, skuldi royna at halda lív í vónini, og aftur í dag megnaði hann at gera tað. Hann vann 3-1 á Johnathan Waisadha. Tíverri var sama søgan sum í gjár, og eftir at vera um at koma inn aftur í dystin, taptu Føroyar fjórða dystin og máttu harvið lúta 3-1. Tað var Fróði Jensen, sum tapti henda dystin 3-1 ímóti einum væl-servandi Jackson Migade.
Við ósigrinum er nú greitt, at Føroyar gerast nummar 115 ella 116 út av teimum 120 luttakandi londunum. Hvat pláss tað verður, gerst greitt leygarmorgunin, tá ið Føroyar hitta Zambia í allar seinasta dystinum í kappingini.