Hósdagin hevði føroyska manslandsliðið ein upp- og ein niðurtúr í HM-kappingini fyri lið í Dortmund, Týsklandi. Í kappingini um plássini 109-120, løgdu føroyingarnir út við at vinna 3-0 á Namibia og síðani tapa 1-3 ímóti Panama.
Undan dystinum ímóti Namibia hevði føroyski hópurin sum vant lúrt teir av, og vistu teir frammanundan, at tað var møguleiki fyri at vinna greitt. Tað kravdi tó at ein tók uppgávuna í álvara, og tað má sigast, at tað gjørdu teir til fulnar. Serliga Hallur Thorsteinsson var yvirlegin og loyvdi Bastian Huster bara átta bóltar tilsamans í greiða 3-0-sigri hansara. Síðani fylgdu Fróði F. Jensen og Pætur Albinus av og vunnu somuleiðis 3-0 á ávikavist Reinhardt Stanley og Heiko Fleidl.
Føroyar skuldi síðani spæla ímóti Panama seinnapartin í dag, og forsøgnirnar undan dystinum vórðu staðfestar - nevniliga tær, at tað fór at verða ein javnur dystur. Fróði Jensen tapti fyrsta dystin 1-3 ímóti Omer Avi-Tal, áðrenn Hallur - sum misnýtti tveir dystarbóltar - mátti lúta 2-3 fyri David Rosas.
Pætur Albinus helt tó lív í vónini og vann hann 3-1 á penn-haldaranum Steven Chan. Síðani kundi Fróði F. Jensen javna liðdystin við sigri á David Rosas, og hóast hann eisini hevði ein dystarbólt, so koppaði tað aftur skeiva vegin og við teprum 2-3-sigri máttu Føroyar bara staðfesta, at tað í veruliga stóð á og dystirnir skuldu avgerast, bukkaðu teir undir.
Landsliðsvenjarin, Jan Berner, var misnøgdur við at leikarar hansara ikki tordu at avgera dystirnar, men hinvegin var hann sera fegin um spælið og metti tað vera tað besta, hann hevði sæð í ár frá teirra síðu.
Nú er greitt, at Føroyar fer at enda ímillum 113 og 116 av teimum 120 luttakandi londunum. Fyrsti dysturin av hesum báðum plaseringsdystunum verður fríggjadagin á middegi, tá ið mótstøðuliðið er Uganda. Ein dystur, sum væntandi verður javnur.