Føroyska manslandsliðið hevði so at siga ongan møguleika ímóti Kyrgistan í síðsta dystinum í bólkinum og tapti 3-0. Dysturin var tó týdningsleysur og líka mikið hvat útfallið av dystinum bleiv, so skuldu Føroyar spæla sokallaðar plaseringsdystir um plássini 109-120.
Hallur Thorsteinsson spældi fyrsta dystin í dag ímóti Azamat Ergeshov. Dysturin kundi farið báðar vegir og í einum sera væl leiktum dysti mátti Hallur tó lúta tepurt 3-2. Síðani møtti Pætur Albinus Alisher Iakobaev. Pætur fekk ikki eitt bein til jørðina og tapti 3-0.
Fróði F. Jensen møtti Ruslan Kultaev, men eiheldur Fróði megnaði at tryggja Føroyum eitt stikk ímóti Kyrgistan. Hann var tó væl við og tapti 3-1. Hetta merkir, at Føroyar enda nummar fimm í bólkinum út av teimum seks liðunum.
Nú verður farið undir knock-out skipanina í kappingini um ikki at enda aftast av øllum - nevniliga um plássini 109 til 120. Hósmorgunin bíðar Namibia, og um Føroyar vinnur tann dystin, hitta teir seinni á degnum Panama.