FM-ung-plakat.jpg

Her sæst skráin fyri FM ung

Fríggjadagin og leygardagin 19. og 20. mars verður FM fyri ung spælt í høllini í Trongisvági. Aldursbólkarnir eru frá pinkum og piltum upp til kvinnuunglingar og unglingar.

 

Lagt verður fyri fríggjadagin við teimum yngstu dreingjabólkunum, smápiltum og piltum, og restin av aldursbólkunum spæla leygardagin.

 

Fýra teir fremstu leikararnir í einmansleiki og tvey tey fremstu pørini í tvímansleiki flyta ein aldursbólk upp, og luttaka sostatt ímóti teimum sum eru eldri.

 

Í hvørjum aldursbólki verður einmansleikurin spældur og síðani tvímansleikurin. Har nóg mikið av leikarum eru við verður lagt fyri við bólkaspæli og síðani fjórðings-, hálvfinalum og finalum.

 

Tilmelding fer fram við dómaraborðið áðrenn aldursbólkurin byrjar.

 

Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu, og sum nakað nýtt verða í ár allar finalur stroymdar beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.

 

Sí skránna fyri FM fyri ung á myndini omanfyri ella her:

 

Fríggjadagur 19. mars

Kl.15.30: Smápiltar (f. 2011 og 2012)

Kl.15.30: Piltar (f. 2009 og 2010)

 

Leygardagur 20. mars

Kl.09.00: Smádreingir (f. 2007 og 2008)

Kl.10.00: Smápinkur (f. 2011 og 2012)

Kl.10.00: Pinkur (f. 2009 og 2010)

Kl.10.00: Smágentur (f. 2007 og 2008)

Kl.10.00: Gentur (f. 2005 og 2006)

Kl.10.00: Kvinnuunglingar (f. 2003 og 2004)

Kl.12.00: Dreingir (f. 2005 og 2006)

Kl.14.00: Mansunglingar (f. 2003 og 2004)

Kl.16.00: Blandaður tvímansleikur (allir aldursbólkar, f. 2003 - 2012)