marin-1.jpg
Marin Elisabet Poulsen úr TBF.

Her sæst samlaða støðan fyri í ár

Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini eftir triðja umfar um vikuskiftið er nú gjørd upp. Hetta var síðsta kappingin í 2020, og Grand Prix-kappingarárið er nú komið í helvt.

Tað er stórur spenningur í fleiri aldursbólkum. Í onkrum aldursbólki er tað púra javnt ímillum tey fremstu, og í onkrum øðrum eru tað einans 10 stig, ið skilja trý tey fremstu.

Tríggjar Grand Prix-kappingar eru eftir at spæla, og tær eru settar at verða spældar í Havn 16. januar, í Trongisvági 31. januar og so aftur í Havn 20. februar.

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER, og úrslitini fyri hvørt umfar sær síggjast HER.