olavur-h.jpeg
Ólavur Hammer úr TBF.

Her sæst dagførda GP-støðan

Fimta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt í høllini í Trongisvági nú sunnudagin 25. februar, og spenningurin er stórur í fleiri deildum, hvør fer avstað við teimum ymisku heiðursmerkjunum.

Tað kann staðfestast, nú samlaða Grand Prix-støðan er gjørd upp.

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.

Kappingin sunnudagin byrjar kl.13:00, og leikarar verða bidnir um at melda seg til við dómaraborðið áðrenn kappingin byrjar.

Tríggir teir fremstu leikararnir í hvørjum aldursbólki, samantalt yvir alt kappingarárið, fáa handað heiðursmerkir eftir kappingina.